Eingin Finnur

StÍF má leika uttan toppskjúttan, Finn Hansson, tá teir taka ímóti H71 í Atlantic Airways deildini sunnudagin. Vinnur H71 dystin, so fanga teir StÍF aftur á stigatalvuni

Mikudagin misti StÍF eitt av sínum týdningarmestu vápnum til komandi dystin, tá Finnur Hansson bleiv rikin av vølli fyri at hava rakt málverjan í høvdið, so nú mugu strandingar vera hann fyri uttan í týdningarmikla dystinum í Atlantic Airways deldini ímóti H71.
Undan dystinum liggur StÍF á øðrum plássi, meðan hoyvíkingar liggja á fimta plássi, men munurin liðini er bara tvey stig, so vinnur H71 á StÍF sunnudagin, so kunnu teir leggja seg undir liðina á strandingum.
Hesi bæði hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir í grundspælinum. Fyrri dysturin, sum var í Hoyvík, endaði við javnleiki, meðan strandingar hølvaðu H71 av í seinna dystinum inni á Skála. Nú hittast tey so aftur á Skála, og enn einaferð má StÍF metast at vera favorittur. Hesa ferð leika teir tó uttan ein av bestu spælarunum, Finn Hansson, og so er spurningurin, um hetta fer at geva teimum trupulleikar.