Eingin hevur fingið lyfti um nakð slag av framíhjárætti í sambandi við sølu av Føroya Banka, sigur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum Alt tosið um fýra føroyskar íleggjarar, sum skulu hava fingið tilboð um at keypa Føroya Banka, hevur nú fingið Fíggingargrunnin at koma við sínari frágrei?ing um málið
Í skrivi avsannar grunnurin at nakar skal hava fingið forhonds tilboð um at keypa bankan.
Eisini váttar Eyðun á Rógvi, at tað er púra vanligt í einari sølutilgongd sum hesari, at hava innleiðandi kunningarfundir við møguligar íleggjarar. Fyri at kanna eftir, um áhugi yvirhøvur er fyri keypi av bankanum. Hetta hevur eisini verið gjørt í hesari tilgongdini.
- Men slíkir kunningarfundir eru púra óbindandi, og eingi lyftir ver?a givin av nøkrum slag. Og ta? vita møguligu keypararnir eisini, sigur Eyðun á Rógvi.
Formaðurin sigur eisini, at tað er eftirspurningurin á marknaðinum, sum avger endaliga prísin, og at øll, sum geva nóg høgt boð og fáa partabrøv, rinda sama prís.
Leisturin, ið valdur er at privatisera eftir, tryggjar, at allir smáir privatir íleggjarar kunnu keypa partabrøv, og at eingir einstakir íleggjarar fáa framíhjárætt.
Somulei?is verður tryggjað, at øll kunnu tekna partabrøv undir somu treytum, og at eitt breitt útboð verður givið til privatar og strategiskar íleggjarar eins og føroyskar og útlendskar íleggjarar.
Politiskt er so gjørt av, at ávísir prosentpartar skulu bjóðast ávikavist føroyskum og útlendskum strategiskum íleggjarum og so eisini til privatar íleggjarar. Sambært fíggjarmálará?harranum eru hesir prosentpartar ikki endaliga fastlagdir enn.