Eingin ferðapeningur eftir til brekað

Skavispælið hjá Muskelsvindfonden hevur gingið so illa í Føroyum, at tað væntandi verður niðurlagt. Ein avleiðing er, at brekað ikki longur kunnu søkja um eitt ókeypis uppihald í Danmark

Tvey tey seinastu árini hevur verið gjørligt hjá brekaðum og familjum teirra at søkja um stuðul til ókeypis frítíðaruppihald á Musholm Bugt Feriecenter í Danmark.Visitatiónsnevndin hevur boðað MBF frá, at meira peningur er ikki játtaður frá Muskelsvindfonden til endamálið í ár 2000, tí skavispælið hjá Muskelsvindfonden í 1999 hevur klárað seg sera vánaliga fíggjarliga.

Væntandi verður spælið í 2000 niðurlagt í Føroyum og tí kann ikki roknast við, at peningur framyvir verður játtaður, so brekað kunnu fáa ókeypis uppihald á Musholm Bugt Feriecenter.

Summi av teimum, sum fingu játtan í fjør, nýttu ikki peningin, og tí er nakað av peningi eftir frá 1999. Avgjørt er at játta peningin til teirra, sum søktu í fjør, men fingu avslag.

Visitatiónsnevndin harmast um, at peningur ikki longur verður játtaður til hetta vælgerandi endamál.