Eingin felags fullveldislisti til fólkatingsvalið

Tað er totalt útilokað, at sjálvstýris- ella fullveldisvongurin í føroyskum politikki stillar upp á sama lista til fólkatingsvalið.

Tað er totalt útilokað, at sjálvstýris- ella fullveldisvongurin í føroyskum politikki stillar upp á sama lista til fólkatingsvalið.

 

Tí tað er beinleiðis ólógligt. Einastu flokkar, sum hava loyvi at stilla upp á komandi fólkatingsvali, eru teir sjey flokkarnir, sum í dag eru umboðaðir á tingi. Og tað ber heldur ikki til at stovna ein nýggjan flokk við tí endamáli, at stilla upp til fólkatingsval.

 

Tað váttar Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður í Føroyum, sum umsitur fólkatingsval í Føroyum.

 

– Skalt tú stilla upp til fólkatingsval í Føroyum, so eru tveir møguleikar. Tað er at stilla upp fyri ein flokk, sum frammaundan er umboðaður í Løgtinginum, ella tú stillar upp uttanflokka, sigur Dan Knudsen.

 

Tað ber heldur ikki til at gera listasamgongur. Fyri at stilla upp uttanflokka skalt tú savna í minsta lagið 150 og í mesta lagi 200 undirskriftir frá stillarum.

 

Um tú vilt stovna flokk at stilla upp til løgtingsval, so ber til at savna undirskrftir og boða frá nýggjum flokki. Talið á undirskriftum skal vera 1/33 av talinum av veljarum, sum greiddu atkvøður við seinasta løgtingsval. Fyri at stilla upp til komandi løgtingsval krevjast tí 926 undirskriftir.

 

Møguleikin fyri, at til dømis fullveldisvongurin stillar upp saman til fólkatingsvalið fyri at vinna á annaðhvørt Javnaðarflokkinum ella Sambandsflokkinum er tí so gott sum útilokaður.

 

Tí har eru bara tveir møguleikar:

 

Annar er, at allir fullveldisflokkar semjast um eitt valevni, sum verður stillað upp uttanflokka.

 

Hin er, at flokkarnir saman stilla upp á listanum hjá einum av flokkunum.

 

Tað er neyvan hugsandi, at fullveldis- og sjálvstýrisflokkar semjast um eitt valevni, líka so lítið, sum tað er hugsandi at teir semjast um at stilla saman upp á listanum hjá einum av flokkunum.

 

Greitt er ikki, hví fólkatingsvallógin í Føroyum er gjørd so ódemokratisk, at tað ikki ber til at stovna nýggjan flokk við tí endamáli at stilla upp til fólkatingsval – men tann møguleikin er ikki í fólkatingsvallógini fyri Føroyar.