Eingin felags fordøming av Russlandi

Flestu limir í felagsskapunum ES og Asean fordøma kríggið í Ukraina upp á tað harðasta, verður sagt í einum skjali, sum er almannakunngjørt frá toppfundinum í dag.

Leiðararnir samdust um eina orðing um at virða sjálvræði, sjálvsavgerðarrætt og landamørk hjá Ukraina.

Í dag tóku leiðararnir í ES ímóti leiðarunum í felagsskapinum, Asean, sum er felagsskapur av londum í landsynningspartinum av Asia.

 

Toppfundur hevur verið hildin millum leiðararnar í felagsskapunum báðum, men partarnir gjørdust ikki samdir um eina felags fordøming av Russlandi.

 

Eygleiðarar siga, at ein felags fordøming av russisku atgerðunum í Ukraina annars var væntandi.

 

- Flestu limir í felagsskapunum fordømdu kríggið í Ukraina upp á tað harðasta, verður sagt í einum skjali, sum er almannakunngjørt frá toppfundinum.

 

Á fundinum millum leiðararnar vórðu eisini avleiðingarnar á heimsbúskapin, sum standast av krígnum í Ukraina, viðgjørdar.

 

Leiðararnir í ES og Asean funnust at støðuni, soleiðis sum hon er íkomin eftir russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar í ár.

 

Á fundinum samdust leiðararnir um eina orðing at virða sjálvræði, politiska sjálvsavgerðarrættin og landamørkini hjá Ukraina.

 

Asean-felagsskapurin hevur tíggju limalond, sum í høvuðsheitum hava eitt fíggjarligt, sosialt og mentanarligt samstarv.

 

Millum londini í felagsskapinum eru eitt nú Filipsoyggjar, Singapor, Tailand og Vietnam.

 

- Toppfundurin í Brüssel í dag var fyri at seta fokus á 45 ára sambandið millum ávikavist ES og Asean-felagsskapin, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

 

 

Leiðararnir samdust um eina orðing um at virða sjálvræði, sjálvsavgerðarrætt og landamørk hjá Ukraina.