LEITING
So hvørt sum tíðin gongur minkar vónin um at finna 78 ára gomlu Hannu Christophersen aftur á lívi.
Løgreglan hevur leitað við hundi til seint í gjárkvøldið, og leitingin varð tikin upp aftur tíðliga í morgun. Leitað hevur verið frá Svartafossi oman í Hoydalar við hundi, men eingin farvegur er at finna eftir gomlu konuni.
Av løgreglustøðini verður sagt, at enn verður leitað intenst, men sum tíðin líðir fer intensiteturin helst at minka. Leitingin verður spakuliga víðkað, men tað eru kortini ikki nakrar ætlanir í løtuni at leita aðrastaðni í landinum.
Seinnapartin fer bjargingarfelagið at leita framvið landi við bátinum Lív, og leitað verður eisini í Vestmanna og Kvívík.
Tað var mánakvøldið, at Hanna bleiv burtur, og nú, tríggjar dagar seinni, er framvegis einki lívstekin fingið frá 78 ára gomlu konuni.










