Eingin fótbóltur í Fuglafirði

Dysturin í fyrstu deild millum ÍF og B71, sum skuldi vera í morgin, er útsettur til mikukvøldið

Í morgin verður farið undir annan triðingin av kappingini í næstbestu deildini hjá monnum.

Fýra dystir verða spældir í morgin. Tann fimti – millum ÍF og B71 í Fuglafirði – verður ikki spældur í morgin. Hann er útsettur til mikukvøldið 16. mai klokkan 18.30.

At tað ikki verður spælt í Fuglafirði í morgin kemst av, at B71 í gjárkvøldið var í Gundadali og spældi fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið. Tað var móti HB, sum vann 6-0.

Fyritreytirnar verða ikki mettar at vera tær somu at spæla í morgin hjá ÍF og B71, sum eftir steypadystin hevði havt minni enn tvey samdøgur at fyrireika seg til nýggju avbjóðingina. Tí er dysturin útsettur.

 

Tað eru bara tvey stig millum ÍF á fjórða plássi og B71 á fimta plássi. ÍF hevur 17 stig, og B71 hevur 15 stig. Tá ið liðini hittust í øðrum umfari á Sandi, vunnu fuglfirðingar 3-2. Sigursmálið skoraði ÍF í síðsta minutti.