Eingin fótbóltur

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, gjørdi mikudagin av, at útseta allar dystirnar í europeisku kappingunum

 

Yvirgangur


Føroyskir sjónvarpshyggjarar, sum høvdu glett seg til at nýta miku- og hóskvøldið til at íðka sofa-fótbólt, mugu nú finna sær okkurt annað at taka til.

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, gjørdi mikudagin av, at allir dystirnir í europeisku kappingunum, sum annars vóru ásettir til miku- og hóskvøldið, verða útsettir. Hetta fyri at sýna samkenslu við mongu offrunum av ræðuligu yvirgangsatsóknunum í Amerika týsdagin.

Í flestu førunum eru ymsu ferðaliðini annars longu komin upp á pláss, men hóast fleiri av feløgunum eru ørg um, at dystirnir skulu avlýsast, so heldur stjórnarskrivstovan hjá UEFA fast um sítt.

- Stóri sorgarleikurin, sum hetta hevur viðført, hevur givið okkum øllum nakað at hugsa um, sigur UEFA aðalastjórin, Gerhard Aitner.

- Í UEFA halda vit tað vera rætt, at europeiska fótbóltsfamiljan iegur at virða missin og sorgina hjá teimum, sum hava verið rakt av hesum, og tí hava vit valt at útseta allar teir dystir, sum annars eru á skránni.

Vegna UEFA vil eg samstundis bera okkara djúpastu samkenslu til teirra, sum eru rakt av hesum sorgarleiki, sigur Aitner at enda.

UEFA hevur enn ikki gjørt av, nær útsettu dystirnir skulu avgreiðast, men hetta verður avgjørt ein av komandi døgunum, tá betri yvirlit vónandi er fingið yvir trygdarstøðuna í Europa.