Eingin føroyskur sigur

Amatørlið er á odda, og verjuspælararnir á landsliðnum býttu stigini millum sín

Vikuskiftið var einki serligt hjá føroyingunum í næstbestu donsku deildini. Einki av teimum trimum liðunum, sum føroyingar eru á, fekk fulla úrtøku. Tey spældu øll javnt.
Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni hjá Frem, og Johan Byrial Hansen spældi við Horsens, sum vitjaði í Valby. Jón Rói og teir mistu ein mann áðrenn ein hálvur tími var farin. Kortini megnaðu teir at leggja seg á odda. Frammanundan høvdu teir havt tvær góðar skotroyndir. Jón Rói var meistari fyri aðrari. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, eydnaðist tað Horsens at javna til 1-1.
Gunnar Nielsen var eykamálverji hjá Frem.
Sundby Idrætspark er framvegis undir umvæling. Fremad Amager hevði tí heimavøll í Tårnby ímóti Nykøbing Falster. Andrew av Fløtum var annar av álopsspælarunum hjá heimaliðnum, meðan Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru á beinkinum. Gestirnir løgdu seg framum 2-0, áðrenn heimaliðið svaraði aftur. Fremad Amager javnaði til 2-2, og teir misnýttu eitt brotspark.
Oddalið í næstbestu donsku deildini er HIK. Hellerup liðið er mannað við amatørum, og tað er púra óvæntað, at teir eru oddalið. Næstovast er Vejle, sum hevur havt Christian Høgna Jacobsen á liðnum. Christian Høgni býr nú í Runavík og hoyrir ikki til Vejle longur. Hesa ferð vann Vejle 2-1 á heimavølli ímóti Brønshøj.