Føroyski fagnaðurin var stórur 27. oktober í fjør, tá føroyska orkufelagið SEV fekk handað náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins á samkomu í Hørpuni í Reykjavík.
Við heiðrinum fylgdi eitt gávukort á 350.000 krónur, ið felagið lat Páls Høll í Vági, so at nýggi svimjihylurin kundi betra um atkomumøguleikarnar hjá fólkum í rullistóli.
Men nú er longu greitt, at tað ikki eydnast føroyingum at endurvinna virðislønina frá í fjør. Norðurlandaráðið hevur nevniliga í dag kunngjørt ársins tilnevningar. Hóast tey eru níggju í tali, so er einki føroyskt virki, felag, stovnur ella annað millum teirra.
Evnið í ár er tøknilig nýhugsan, ið stuðlar burðardyggum lívsstíli, og er tað Danmark, ið hevur flestar tilnevningar í bólkinum.
Úr Danmark eru Energiakademiet, Kemiluppen og Too Good To Go tilnevnd.
Úr Finnlandi eru Aidon og ENO netskolen tilnevnd.
Úr Íslandi eru e1 og Strætó-app tilnevnd.
Úr Noregi og Svøríki er WWFs Sjømatguiden/Fiskguiden tilnevnt.
Úr Svøríki er Workaround tilnevnt.
Virðislønin verður handað í samkomu í Keypmannahavn 1. desember.
Til ber at lesa meira um tey tilnevndu her.










