Fótbóltslandsliðið hjá vestmannaoyingum hevur hingið nógv í luftini hesa síðstu tíðina. Mikukvøldið komu teir orduliga niður á jørðina, og nú hava teir bara landskappingina at hugsa um. Teir fáa sunnudagin vitjan av Breiðabliki, og tá ræður um at vinna og harvið halda tørn um møguleikan at endurvinna meistaraskapin og harvið rættin til europeiska luttøku komandi ár.
Í Íslandi spæla liðini eina ferð í hálvfinaluni í steypakappingini. Luturin hjá ÍBV var mikukvøldið at verja finaluplássið frá í fjør, men tað eydnaðist ikki í Akranesi, har heimaliðið var nógv betri fyri og vann 3-0. Greipuvinnararnir frá í fjør vóru tungir og illa upplagdir, og teir komu næstan ikki í nánd av málinum hjá mótstøðumonnunum. ÍA fekk brotsspark, tá 16 minuttir vóru farnir. Íslendski landsliðsmálverjin Birkir Kristinsson vardi fyri skotinum hjá Stulaugi Haraldson, men eftir 32 minuttir kom hol á. ÍBV málverjin hálvbjargaði og Pálmi Haraldsson var fyrstur á returinum. Eftir 58 minuttir økti Jóhann Tór Hardarson til 2-0, og níggju minuttir undan leikloki slerdi Gunnar Rúnar Helgason sigurin fastan. Harvið er greitt, at eingin føroyingur verður í steypafinaluni, sum verður millum KR og ÍA á Laugardalsvøllinum í Reykjavík sunnudagin 26. september. Í fjør vóru Uni Arge og Jens Martin Knudsen í finaluni, sum var millum ÍBV og Leiftur.
Allan á beinkinum
Venjarin hjá vestmannaoyingum hevði gjørt av, at Allan Mørkøre skuldi sita á beinkinum, og har var hann allar 90 minuttirnar:
? Hann undirstrikaði, at hann hevur ikki verið misnøgdur við mín lut, men hann helt, at tað var gagnligt, at eg fekk eitt sindur av hvíld, tí hann metti, at nógvu og stóru uppgávurnar síðstu tíðina hava slitið nógv uppá meg, og eg eri ikki ósamdur við honum, tí eg havi kent meg móðan og harvið tungan, sigur Allan Mørkøre úr Vestmannaoyggjunum.
Sum vit nevndu fyrr í vikuni, so hevur mjørkin plágað Vestmannaoyggjarnar óvanliga nógv í summar, og soleiðis var eisini mikukvøldið. ÍBV hópurin fekk ikki lent, og teir máttu venda aftur til Reykjavíkar. Í gjáramorgunin eydnaðist tað at lenda, og nú fyrireika teir seg til heimadystin sunnudagin.
? Vit hava spælt nógvar dystir, og tað er strevið, men tað slítur sera nógv uppá okkum, at vit eru so nógv á flogi, og at vit brúka so nógva tíð uppá at bíða eftir flúgvilíkindum, sigur Allan Mørkøre, sum mánadagin kemur heim til Føroya at spæla landsdyst móti Íslandi.jh