AC Milan legði herfyri 750 mió. kr. á borðið fyri Ronaldinho, men nú er líkt til, at einki boð er nøktandi uppá bóltsnillingin. Næstovastin í FC Barcelona, Ferran Soriano, sigur í dag við Eurosport, at Ronaldinho fer ongan veg.
- Vit fara at samráðast um nýggjan sáttmála eftir hetta kappingarárið. Vit eru sinnaðir at geva honum sáttmála til 2014, og hetta vænta vit, at Ronaldinho fer at skriva undir uppá, sigur Ferran Soriano.
Samstundis slær hann fast, at Deco og Messi eisini verða verandi í felagnum.









