Eingin fær gleði av smáum og bíligum fiski

Ein øgilig rúgva av fiski kemur uppá land í hesum døgum, serliga av upsa.

Hetta er sjálvandi gleðiligt, men trupulleikin er, at ein stórur partur av hesum er rættiliga smáur fiskur. Undirmálarar, vildi mangur sagt fyri fáum árum síðan. Hálini eru stór og talið av fiski er hareftir. Torført er hjá fiskimonnum at fáa fiskin undan, soleiðis sum neyðugt er, um dygdin á fiskinum skal vera í lagi. Inni á virkjunum standa fólk uppundir hendur í fiski. Maskinurnar kunnu bara skera eitt ávíst tal um tíman, og reinskerarar hava bara tær somu tvær hendurnar at arbeiða við. Tað ger ikki støðuna betri, at óvanliga lýtt er í veðrinum í hesum døgum.
Stór hál
Triðja páskadag landaðu Vesturtúgvan og Vesturvarði í Miðvági. Teir høvdu ávikavist 160.000 og 190.000 pund, meginparturin smáur upsi. Vesturvarði er lemmatrolari; Vesturtúgvan partrolarar saman við Grønanesi.
Albert Ellefsen, virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági, sigur, at ein partur av hesum fiskinum er arbeiddur í Miðvági og ein partur á øðrum virkjum kring landið.
- Tann stóru trupulleikin er, at hálini hesar seinastu dagarnar hava verið so stór, at hetta gongur útyvir dygdina á fiskinum. Haraftrat kemur, at fiskurin er sera smáur, so torført er hjá fskimonnum at reinsa undan.
Hann vísir á, at inni á virkjunum tekur tað eisini langa tíð at arbeiða hendan fiskin, tí hann er so smáur og dygdin í ávisum førum einki er at reypa av. Fiskurin verður reyður og nógv verður skorið burtur. Tí verður úrtøkan eisini lítil.
- Eingin fær gleði av smáum og bíligum fiski, heldur ikki, um tú fært hann fyri einki. So, hetta er ein keðilig støða, sum vit eru í beint nú, sigur Albert.
Góður fiskur og gott lag
Hann sigur, at tað merkist væl á fólki, serliga teimum, sum reinskera, tá ið fiskurin er góður.
- Øll vilja arbeiða góðan fisk. Er fiskurin góður, er gott lag á fólki, tí tá gongur framleiðslan nógv betur, sigur virkisleiðarin.
Ein stórur partur av upsanum, sum kemur uppá land í hesum døgum, fer til blokkframleiðslu, og bert ein lutfalsliga lítil partur fer til portiónir.
Albert vísir á, at eitt, sum er við til at gera støðuna uppaftur truplari og trýstir upsamarknaðin, er, at djúpvatnstrolararnir eisini liggja á upsanum, hýsuni og toskinum.
- Eg vil siga, at fiskurin sum heild er smáttfallandi í løtuni, bæði upsin, hýsan og toskurin, og tá ið so nógv kemur uppá land, sum í hesum døgum, gongur tað útyvir dygdina á fiskinum og harvið vøruna, sum fer av landinum, sigur Albert Ellefsen.
Sum skilst, er upsaprísurin lækkaður nakað í seinastuni.