Sílið við gentumanning hevur ikki vunnið FM síðani 1995 og 1996. Avrikini í tveimum teimum fyrstu FM róðrunum í ár boða frá, at nýggja Sílið er besta boðið hjá Havnar Róðrarfelag uppá FM vinnarabát.
Sílið var sjáldsama nógv fremst í Klaksvík. Munurin aftur til hinar bátarnar var ikki so stórur í Runavík. Men kortini var tað eingin ivi. Á málinum var Sílið gott og væl leyst av næstu bátunum.
Í fjør var Fípan Fagra nýggjur bátur. Tá vunnu tær allar kappingarnar uttan á ólavsøku. Á norðoyarstevnu í ár vóru tær næstfremstar. Í Runavík royndu tær umborð á Fípuni Føgru fyri fyrstu ferð at enda aftanfyri nummar tvey.
Hesa ferð var Ørnin nummar tvey og harvið frammanfyri Fípuna Føgru. Fípan Fagra hevði besta startspurtin, og tær vóru fremstar eina løtu. Men Sílið fylgdi væl við, og eftir at havnarbáturin hevði sett drekastevnið framum allar hinar, megnaði eingin at hótta vinnandi bátin.
Tá Sílið fór at ganga eitt sindur betri enn flestu av hinum bátunum, fylgdi Ørnin, sum lá bakborðsmegin Sílið, væl við. Leingi reið um snarið millum Fípuna Føgru, sum lá styrisborðsmegin Sílið, og Ørnina, men so gleið Ørnin smátt um smátt eitt sindur frá Fípuni Føgru, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Blikur av Argjum, sum á ólavsøku í fjør snýtti Fípuna Føgru, var um reppið at snýta Fípuna fyri triðja plássið. Genturnar av Argjum vóru ikki meiri enn ein stóran skut frá triðja plássinum.
Talan var um rættuliga stóran róður. Tólv bátar bjóðaðu seg fram.
Á norðoyarstevnu var munurin frá Sílinum og aftur til aftastu bátarnar næstan tveir minuttir. Hesa ferð vóru Broddur og Firvaldur, sum á norðoyarstevnu taldust millum teir aftastu, ikki við. Men munurin frá Sílinum og aftur í hin endan var stórur. Dúgvan ur Sørvági kom ikki á mál fyrrenn meiri enn 50 sekund aftaná, at havnargentur umborð á Sílinum høvdu lagt árarnar inn.
Umframt Fípuna Føgru og Blik vóru eisini Drekin, Havfrúgvin og Tjaldrið heilt væl við í kappingini um triðja plássið.