Eingin fær avgjørdan meiriluta

Tey fyrstu tølini frá bretska valinum vísa, at tann konservativi flokkurin hevur fingið flestar atkvøður og fær flest umboð í Parlamentið. Talan er um eina kanning, har fólk eru spurd, hvønn flokk tey valdu, og hon vísir, at konservativi flokkurin fær 307 parlamentslimir, arbeiðaraflokkurin 255 fær 255 og liberaldemokratarnir 59.

Hetta merkir, at konservativi flokkurin fær 97 tinglimir afturat, arbeiðaraflokkurin missir 94, og liberaldemokratarnir missa tríggjar. Aðrir flokkar fáa 29 tinglimir.

Heldur hendan kanningin, fær eingin flokkur avgjørdan meiriluta, men eygleiðarar í London siga, at tað er lítil ivi um, at tann konservativi David Cameron verður næsti forsætisráðharri Bretlands. Hann kann millum annað vænta sær stuðul frá einum norðurírskum flokki.