Eingin fólkslig tilgongd

- Vit hava mælt til sjálvbodna samanlegging við freist, sigur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, sum ikki líkar úttalilsini hjá løgmanni um kommunusamanlegging. Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og forkvinna í Kommunusamskipan Føroya (KSF) hevur í dag sent út tíðindaskriv, har hon vísir til grein í Sosialinum frá mánadegnum, 28. mars.

- Her verður løgmaður endurgivin fyri at siga, at hann - eftir at hava hoyrt kommunufeløgini - er komin til ta niðurstøðu, at næstan tveir triðingar av føroysku kommununum bíða eftir at verða lagdar saman í níggju stórar kommunalar eindir.

Gunvá vísir á, at sambært løgmanni bíða kommunurnar bert eftir, at landspolitikarin tekur støðu.

- Grundað á hetta hevur løgmaður nú tikið avgerðina í egnar hendur og hevur avgjørt at leggja kommunurnar saman við lóg. Sannlíkt er, at løgmaður her sipar til fundin hin 22. mars millum politiska fylgibólkin og kommunufeløgini, tá hann sigur seg hava hoyrt kommunurnar.

Forkvinnan vísir á, at KSF hvørki á fundinum 22. mars ella á fundum higartil millum kommunufeløgini og politiska fylgibólkin hevur givið til kennar, at kommunurnar vilja hava løgmann at taka eina avgerð um at leggja kommunurnar saman við lóg.

- Seinasta almenna fráboðan KSF?s um hetta stórmál varð gjørd á felagsfundi millum býráðslimirnar í limakommunum 26. februar 2010 (Klaksvíksskjalið), har niðurstøðan var, at:

* kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðin.

* tó skal freist setast á eitt evsta mark, har kommunur skulu hava skipað seg í burðardyggar eindir.

Gunvá við Keldu vísir á, at allar kommunurnar í KSF hava givið til kennar, at tær taka undir við, at farið verður undir eina fólksliga tilgongd at leggja kommunur saman í størri og burðardyggari eindir.

- At løgmaður einsamallur nú tekur avgerð, ber ikki boð um eina fólksliga tilgongd, heldur forkvinnan í KSF.