Eingin eystanstevna í summar

- Vit halda tað ikki vera rætt at hava tvær summarstevnur á Skálafjørðinum sama vikuskifti.

Ítróttarfeløgini og Runavíkar kommuna hava havt fund um summarstevnuna í Runavík - eystanstevnu - sum vanliga er í juni mánaði.

 

- Í ár fellur tað soleiðis, at sama vikuskifti, sum summarstevnan vanliga er í Runavík, er fjarðastevna við FM-róðri á Strondum.

 

Ítróttarfeløgini og Runavíkar kommuna halda tað ikki vera rætt at hava tvær stevnur á Skálafjørðinum sama vikuskifti.

 

- Semja er tí eisini um ikki at hava summarstevnu í ár, men heldur at fyrireika seg væl til næsta summar, tá FM-róður aftur verður á eystanstevnu.

 

Tað veit Runavíkar kommuna at siga í dag.