Eingin Evensen eftir í Føroyum uttan í kirkjugarðinum

Tað er nokk so merkiligt, at eingin við navninum Evensen er í Føroyum. Hetta eru fólk, sum hava spælt ein stóran leiklut í okkara samfelag á ymiskum økjum. Men í gamla kirkjugarði eru tey væl umboðað, og fara vit tí at tríva í teirra søgu

Henda søgan byrjar við Ole Even Olsen í Hvalba. Hann varð norðmaður og bleiv tí kallaður Óla Norðmann. Hann var av fyrstu tíð kom­in úr Noregi at kanna, um tað bar til at bróta kol í Føroyum. Tað kann sigast, at væl kom burtur úr.
Óli giftist við eini før­oysk­ari konu, Elsebeth Joens­datter. Hann segðist at hava verið ein rættuligur kraftkalur.
Sonur teirra Johan Christian Evensen, f. 1804, gjørdist sýslumaður í Suð­uroy. Hann giftist bónda­dóttrini Elsebeth Susanne Peders­datter, f. 1832, úr Porkeri. Hon var kend fyri at vera vøkur.
Eisini áttu tey eina dóttir, Marianna f. 1807. Hon gift­ist við Daniel Jacobsen f. 1806. Tey bæði fingu fýra børn.
Tá ið Johan og Elsebeth høvdu verið gift í nøkur ár fór kikhosti at ganga í 1853. Tað vóru nógv sum doyðu.
Johan Christian Evensen mátti hjálpa læknanum, og tá bleiv hann sjálvur smitt­aður og doyði tríggjar dagar seinni.
Stutt eftir doyði konan av tuberklum. Eftir sótu trý børn. Tey vóru Elsebeth Christine f. 1831, Joen Peter f. 1837 og Jens Christ­ian f. 1840.
Hesi foreldaleysu børn­ini máttu tískil fara til onn­u­r at vera. Systirin fór til ein prest, sum hevði kent for­eldrini, meðan beiggj­arnir komu til Jens David­sen (1803-1878) í Havn.
Hetta man hava verið tað besta, sum kundi henda dreingj­unum. Tá Jens David­sen eisini er jarðaður í gamla kirkjugarði, skal hann eisini fáa umrøðu í hesi grein.
Jens Davidsen var ein úrmælingur
Jens var føddur í Suðuroy í 1803. Á heilt ungum árum tók pápi Joen Peter og Jens Christian dreingin til sín og fekk sent hann norður til Havnar at fáa sær skúlaút­búgving. Um hesa tíðina búði Jens C. Svabo í Pæsa­stovu, og sagt verður frá, at hjá honum lærdi Jens Davidsen bæði at skriva, lesa og rokna.
Bara 14 ára gamal kom Jens á amtskrivstovuna at arbeiða, og í hesum skriv­arastarvi sat hann alt sítt lív, og álitismaður var hann við lít. Amtmenn skiftu ferð eft­ir ferð, men skriv­ara­kall­urin var hin sami. Hann dugdi væl at seta nýsettar embætismenn inn í arbeið­ið.
Jens Davidsen hjálpti Schrøteri við Mattheus-týðingini, og í 1832 skrivar hann til Bíbliufelagið, sum gav Mattheusevangeliið út, og sigur, at hann hevur týtt Markus evangeliið, sum hann býður felagnum til út­gávu. Bíbliufelagið sigur seg undan og vísir til, hvussu vánaliga móttøku um­­seting Schrøters fekk í 1823.
Jens Davidsen kemur har­afturímóti at standa sum hin lívgandi andin, sum altíð var til reiðar at veita eina hjálpandi hond, og hann hevur tryggjað sær sess í bókmentasøgu okk­ara, tí at hann tók stig til at stovnseta Føroya Amts Bókasavn í 1828, har hann eisini var bókavørður í heili 50 ár.
Útlendingar undraðust yvir allan tann kunnleika hann hevði á nógvum økj­um. Hann var eisini ofta sett­ur amtmaður, fúti og sorinskrivari. Virðingin fyri honum var stór. Tað varð sagt, at tey ið fylgdu honum til gravar, mundu vera størsti líkskari í Føroyum.
Komu at seta merki á samfelagið
Hesi trý systkin komu við sínum eftirkomarum at seta merki á føroyska sam­felag­ið.
Systirin Elsebeth Krist­ine giftist við handils­stjór­anum Christoffer Michael Olsen f. 1822. Hann fara vit at umrøða seinni.Tey fingu fimm børn. Ein son­ur teirra var Jens Olsen, kend­ur leiðari av Handils­foreiningini, giftur við Petru Müller. Dótturin Mar­gretha giftist við Søren Emil Müller sum sjálvur við ætt síni hevur havt stór­an týdning fyri Før­oyar.
Beiggin Jens Christian giftist við Onnu, dóttir Evu og Andreas C. Lützen, fyrsta Lützen í Føroyum. Jens Christian gjørdist prest­ur og seinni próstur á Viðareiði, í Hvalba, Nesi og í Danmark. Ein sonur teirra var kendi presturin og prósturin A.C. Evensen. Anna fekk beint áðrenn, hon doyði niðurskrivað henn­­ara og teirra søgu, sum í 2003 varð prentað í FF-blaðnum. Hetta var sera áhugaverdur lesnaður. Anna er eisini ein kelda til hesa grein.
Jóan Petur varð sjálvur giftur við Amaliu Sofie Christine f. Olsen. Hon var dóttir skómakaran Søren Olsen, sum var upprunaligi eigarin av Vertshúsinum, sum Hans Andreas Djur­huus seinni gjørdi kent sum Hotel Djurhuus.
Tey fingu tilsamans seks børn. Elst var Maren Mar­grethe f. 1864, sum giftist við Jens Mohr, sum fyrr er umrøddur í hesi røð. Tey fingu átta børn. Fleiri av teimum vórðu sera kend í Havn, sum Peter Even, Kjart­an og Leif.
Søren Christian f. 1866 giftist við Augustu Klein og eigur ókend børn í Amerika.
Jens f. 1868 giftist við Kar­en Marie Mortensen f. 1879, og tey fingu tvey børn. Tey eru eisini grivin í gamla kirkjugarði og verða lýst í komandi parti
Johan Christian f. 1869 giftist við systkinabarn­in­um Fridu Frederikku f. 1879, dóttir Onnu og Jens Christian Evensen. Hann var kolonibestýrari í Grøn­landi, og vit fara í samband við lýsing av føroyingum í Grønlandi í komandi Mið­vikum eisini at lýsa nakað av teirra søgu. Tey áttu fýra børn.
Christian Marius f. 1872. Kona hansara æt Mary f. 1879. Tey áttu seks born. Christian gjørdist ein kend­ur reiðari í Glasgow.
Sofus f. 1877 varð fødd­ur í 1877 og hevur verið um­­røddur í hesi røð.
Reiðari og keypmaður
Jóan Petur fekk handil og gjørdist eitt kent handils­navn í Havn. Jens David­sen opnaði í 1860 handilin Jens Davidson & Co. Her fekk Jóan Petur starv. Seinni tók Jóan Petur yvir handilin, og í 1900 tók hann sonin Jens við í fyri­tøk­una sum sam­ánara, men hin gamli slepti ikki teym­unum, sjálvt um hann gjørd­ist 87 ár.
Í 1902 var nýggjur og rúm­ligur handilsbygningur bygdur, har Kristnastova og Janstova høvdu staðið. Í 1906 var Evensens brúgv bygd. Har kundu motor­bátar og lossijaktir leggja at. Í 1913 varð pakkhús í trimum hæddum laðað upp á økinum aftan fyri brúnna. Fyritøkan hevði eisini tveir motorar Eyvind og Lítla Anna
Í 1918 áttu teir sjey skip og høvdu eisini fiskaturk­ing eins og nógvir reiðarar høvdu.
Í 31 ár var Jóan Petur lim­ur í Thorshavns Borg­erræpræsentation og stóran part av tíðini formaður. Hann var eisini nógv ár lim­ur í fátækranevndini hjá kommununi.

-------
Komandi partur
verður um Karen og Jens Evensen.