6?mannafør kvinnur
Tað skal vilja ógvuliga illa til, um kvinnurnar umborð á Páll Fanga hjá klaksvíkingum ikki vinna FM heitið. Kvinnurnar í Klaksvík hava ikki vunnið FM síðani 1990, men um tær vinna FM í ár, so er tað sjálvandi fyrsta ferðin, at tað verður vunnið við tí bátinum, sum tær rógva við í ár. Hann er jú spildur nýggjur.
Í Fuglafirði leygardagin gekk tað akkurát, sum tað hevði gjørt í teimum báðu fyrstu FM róðrunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Páll Fangi vann, og at sigurin var sera tryggur. So tryggur var sigurin, at tað er ikki langt við síðuna av at siga, at higartil í hesum róðrarárinum hevur eingin manning víst so sannførandi og støðugt avrik sum kvinnurnar umborð á Páll Fanga.
Í undanfarnu kappingunum hevur Páll Fangi verið fremstur beinanvegin. Tað var hann ikki í Fuglafirði. Leirvíkingur, sum er mannaður í og venur í høvuðsstaðnum, var fremstur í startspurtinum. Tær vóru skutin frammanfyri Páll Fanga, Fortununa hjá vestmenningum, Jarnbard og Sølmund. Men tað var skjótt, at skuturin fór at minka. Páll Fangi tók seg fram, og tá trý hundrað metrar vóru lagdir afturum, var Páll Fangi fremstur.
Síðani var eingin spurningur um, hvør skuldi vinna. Heldur var tað ein spurningur, hvussu sannførandi sigurin hjá Páll Fanga fór at verða. Kvinnurnar umborð á Páll Fanga hildu seg til sín egna setning alla tíðina. Eingin slapp at órógva tær. Tá hálvur teinurin var rógvin, vóru tær leysar av øllum hinum bátunum, og á málinum var munurin nærri trimum bátslongdum, enn hann var tveimum bátslongdum.
Tær næstfremstu
Kappingin stóð um hvør skuldi verða næstfremstur. Leirvíkingur fylgdi væl við eina løtu, meðan vestmannabáturin Fortuna skjótt datt afturat. Tá alt kom til alt, vóru tað gamlir kenningar, sum vóru í harðari kapping um silvurplássið. Á málinum var Jarnbardur eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Sølmund.
Jarnbardur við kvinnumanning hevur undanfarnu árini verið ímillum mest vinnandi bátarnar. Í tveimum teimum fyrstu stevnunum í ár var báturin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn nummar fýra og nummar trý. Á varmakeldustevnu vóru tær næstfremstar, og tað sær út til, at um nakar skal geva Páll Fanga kapping, so skulu tað vera tær umborð á Jarnbardi. Um tað fer at eydnast er ein heilt annar spurningur.
Leygardagin varð fleiri ferðir tikið til, at nýggju og løttu bátarnir høvdu tað eitt sindur torført, tí lotið var ímóti. Men hetta vísti seg ikki at bila hjá Pálli Fanga, sum framvegis er ósigraður.
Fyri kvinnurnar á Snopprikki var talan um ein keðiligan varmakelduróður. Tær komu ikki úr fasta startinum, og tískil komu tær ikki á mál. Snopprikkur hevur ikki verið frammarlaga í summar, men sovorðið er harmuligt hjá øllum. Kvinnurnar á Snopprikki hava sjálvandi vant fyri at rógva kapp og ikki fyri at hanga á startmálinum, tá hinir bátarnir kappast.