- Tað er eingin orsøk til at tosa við svínhundin í menniskjanum. So bersøgin er Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nú kjak hevur tikið seg upp um flóttafólk í Føroyum. Hann sipar til, at Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og borgarstjóri á Sandi, hevur gjørt púra greitt, at Føroyar skulu ikki taka ímóti flóttafólkum.
Les eisini: Løgtingsmaður: Einki flóttafólk til Føroya, takk
Eivin Jacobsen sigur, at hann undrast á tann einfalda, primitiva og konservativa hugsunarhátturin, sum er komin undan kavi, siðani løgmaður umrøddi spurningin um flóttafólk í síni nýggjársrøðu.
- Skulu vit trúgva uppá ein heim, sum er eitt betri stað at liva í, mugu øll taka ábyrgd og ikki lata okkum ræða av ekstremistum og fanatikarum, og annars taka frástøðu frá valdsnýtslu og yvirgangi, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.
- Flóttafólk eru sivilfólk, sum av ymiskum orsøkum kunnu vera í lívsvanda og í serliga truplum støðum, støðum, sum vit ikki kunnu ímynda okkum, ella sum vit ikki ynskja okkara ringasta fígginda at koma í.
Les eisini: Sjálvandi klára vit at taka ímóti flóttafólki
- Hvussu nógvum flóttafólkum vit skulu taka ímóti, er í fyrsta umfari ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, er, at tey, sum vit taka ímóti fáa nøktandi viðgerð og tilboð. - Um tað so bara er ein familja, ið vit kunnu geva eina betri tilveru. Hetta kann avspegla okkara vesturlendsku virði og okkara fólkaræði. Hetta eru virði, sum ikki kunnu gerast upp í peningi ella við at “blaka nakrar krónur upp um eitt hegn og lata tey klára o klára seg sjálvi. Í hesum sambandi sipar hann til sjónarmiðið hjá Fólkaflokkinum um, at vit skulu hjálpa flóttafólki í nærumhvørvinum, heldur enn at fáa flóttafólk til Føroya.
- Jørgin Niclasen og Rodmund Nielsen, hava vitjað útjaðaran í eini flóttafólkalegu í tveir dagar og síðani eru teir nærmast vorðnir serfrøðingar á økinum. Og teir eru farnir púra í spagat og vilja ikki vita av flóttafólki í Føroyum.
- Hetta minnir ikki sørt um víðgongdar flokkar í londunum rundan um okkum, sum eingin vil samstarva við, sigur Eivin Jacobsen.
- Men ta mest primitivu støðuna til flóttafólk hevur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fókaflokkin. - Hann kallar løgmann naivan, tí hann í nýggjársrøðu síni leggur upp til eitt kjak um hetta álvarsmál. Eitt kjak, sum skal lata okkum í til at hava eina meinig um teir ræðuleikar, sum vit dag og dagliga verða fóðrað við, og til at veita hjálp, har vit kunnu.
- Greinin hjá Brandur Sandoy er ein grov generalisering og diskriminering. Hetta er málburður og pástandir vit eiga at taka frástøðu frá.
- Brandur Sandoy hevur rætt í, at øll lond eru ikki komin líka væl frá teirra integrasjónspolitikki og hetta hevur skapt trupulleikar, men at generalisera yvir ein kamb og niðurgera øll undir einum, er als ikki rætt, heldur Eivin Jacobsen.
Eivin Jacobsen heldur, at vit skulu seta okkum væl inn í, hvat hetta málið við flóttafólkum snýr seg um og síðan taka eina skilagóða avgerð út frá okkara vitan.
Trýst HER og les meiri um, hvat Eivin Jacobsen heldur um flóttarfólk, Brand Sandoy og Fólkaflokkin
- Men tað er ongin grund til at lukka av og spilla út nøkur ósek sivilfólk, sum ikki kunnu verja seg, og sum eru komin í lívshættisligt óføri. Og tað er eingin orsøk at tosa til svínahundin í menniskjanum, sigur Eivin Jacobsen.
|