Tað verður eingin landskappingardystur í Sarpugerði ídag.
Sambært skránni skuldu meistararnir í HB vitja steypavinnararnar í Víkingi seinnapartin, men tann uppgerður verður av ongum.
Tað er nógv brim av landsynningi á Gøtuvík. Vindurin er nógvur, og tað hevur regnað av grimd fyrrapartin.
Tað verður ikki mett vera ráðiligt at spæla fótbólt í Sarpugerði, og tí er dysturin avlýstur. Í staðin verður hann spældur mikudagin 7. apríl kl. 18.00.