Eingin dystur í Miðvági

MB noktaði fyri at geva FSF dómaraseðilin fríggjadagin

Fótbóltur

Ein partur av úrskurðinum hjá FSF í samband við trætuna millum MB og SÍF var, at feløgini undan seinna dystinum skuldu lata dómaraseðlarnar til dystin inn í seinasta lagi fríggjadagin kl. 17.
Hetta varð tó ikki góðtikið av MB, og fríggjakvøldið kundi so staðfestast, at eingin seðil var komin.
Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini sigur, at sambært úrskurðinum hjá nevndini, so merkir hetta í fyrsta lagi, at dysturin leygardagin varð tikin av skránni.
Hann vil tó ikki siga, hvat víðari hendir í málinum.
- Sum er einki avgjørt, um dysturin skal spælast seinni, ella um SÍF stendur sum vinnari. Tað er ein støða, sum kappingarnevndin má viðgera, og tann viðgerðin verður helst einaferð í komandi viku, sigur hann.