23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður spælt nú seinnapartin.
Tó verður dysturin, sum sambært skránni skuldi havt verið í Leirvík, ikki spældur í dag.
TB skuldi havt vitjað Víking, men orsaka av tí at Smyril ikki var í Suðuroy fyrrapartin er eingin dystur í Leirvík í dag. Enn er ikki avgjørt, nær dysturin millum Víking og TB skal verða spældur.