Eingin dystur í Trongisvági

Illveðri er orsøkin til, at dysturin millum TB og HB er avlýstur

Helen Lorraine Nkwocha og hennara menn í TB sleppa ikki at royna seg í dag. Orsakað av veðri er dysturin ímóti HB avlýstur

Skráin sigur, at TB og HB klokkan 15.30 skulu spæla landskappingardyst í bestu deildini í Trongisvági. Upprunaliga var dysturin ásettur at vera spældur í morgin, men hann var framskundaður til í dag.

 

Nú er greitt, at tað verður ikki fótbóltur í Trongisvági í dag. Tað er so mikið nógvur vindur, at dómarin Aron Sofus Vest hevur gjørt av, at tað er ikki ráðiligt at spæla fótbólt við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Talan var annars um søguligan dyst á tann hátt, at hetta skuldi vera fyrsta ferðin, at kvinna var ábyrgdarfólk fyri liði í Betri deildini. TB setti í vikuni  Helen Lorraine Nkwocha at vera nýggjan venjara hjá besta liðnum. Hon hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá TB.

 

##med2##

 

Helen Lorraine Nkwocha og hennara menn í TB sleppa ikki at royna seg í dag. Orsakað av veðri er dysturin ímóti HB avlýstur