Eingin dystarskrá løgd

Hóast tað var nærum eitt krav frá UEFA, so eydnaðist ikki at leggja dystarskránna hjá U-21-landsliðnum í gjár

Fótbóltur

Boðini frá UEFA vóru annars púrasta greið. So skjótt, sum lutakastið var av, skuldu umboð fyri ymsu londini setast við fundarborðið, so ein samlað skrá fyri kappingina kundi leggjast til rættis.
Hetta gjørdist tó av ongum hjá føroysku umboðunum. Aserbadjan møtti nevnliga als ikki til fundin, og tí var ikki møguligt at føra nakrar samráðingar.
Og minni varð irritatiónin í FSF-leguni neyvan, nú hetta er aðru ferð á rað, at land úr fyrrverandi Sovjetsamveldinum hevur forpurrað slíkar samráðingar. Soleiðis tóktist alt vera greitt longu eftir lutakastið hjá A-landsliðnum, men tá skráin annars var løgd, boðaði Ukrainska umboðið frá, at hesin kortini ikki hevði heimild at samráðast. So eisini ta ferðina varð neyðugt við eyka samráðingarumfari hjá okkara monnum.
Enn er ikki greitt, nær umboð fyri londini fara at samráðast aftur, men boðini frá UEFA er, at hetta skal gerast skjótast gjørligt.