VÍF-Kyndil 32-20 (14-9)
Hondbóltur
Grundað á einaveldið hjá VÍF í landskappingini hetta árið, tóktust treytirnar hjá Kyndli at vera greiðar undan hálvfinaludystunum ímóti VÍF. Skuldi talan gerast um gullmerki av nøkrum slag hetta árið, var neyðugt við einum samlaðum sigri móti vestmenningum.
Nú fyrra hálvfinalan er farin aftur um bak, tykist alt hetta tó at vera ørvitistos, tí VÍF lat ikki nakran sum helst iva vera um úrslitið, tá liðini bæði hittust í Vestmanna mikukvøldið.
Vardu væl
Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur upp á 12 mál. Ein greiður sigur, sum sambært venjarunum hjá liðunum báðum serliga varð grundaður á eina væl leikandi VÍF verju, sum kyndilsmenninir ongantíð fingu bilbukt við.
- Vit vóru noyddir at nýta alt ov nógvar kreftir í álopspartinum, og harumframt vóru teir eisini væl skarpari enn vit, so har var einki at tosa um, helt kyndilsvenjarin, Sophus Dal Christiansen, eftir dystin, og VÍF venjarin var heldur ikki ósamdur í hesum.
Hjalmar Klein Olsen, segði nevnliga um hetta, at ætlan teirra fyrst og fremst var at steðga Bjarna Wardum, umframt at ansa eftir fríspælingunum frá Jónleifi, og at hetta eisini var nakað, sum eydnaðist sera væl.
At talan var um nakran lættan dyst, soleiðis sum úrslitið annars kundi bent á, er Hjalmar tó ikki samdur í.
- Vit vóru alla tíðina á odda við nøkrum málum, og eg haldi eisini vit høvdu tamarhald á støðuni. Hinvegin, so eydnaðist tað okkum ongantíð at sleppa heilt leysir av teimum, fyrr enn seinasta korterið av dystinum, helt VÍF venjarin.
Munur allan vegin
At VÍF hevur havt tamarhald á, er helt heldur einki at ivast í. Teir vunnu sær rættiliga tíðliga eina hampuliga trygga leiðslu, og hóast Kyndil síðani fekk hildið fast, so fór munurin ongantíð niður um trý mál.
Seinna umfarið øktu vestmenningar javnt og støðugt, og millum annað vóru teir á odda 30-16, tá einir fimm minuttir restaðu at leika.
Kyndil fekk tó pyntað nakað um úrslitið seinastu løtuna, men einki er tó at ivast í, at VÍF nú hevur meira enn hálvt annað bein í finaludystinum.
Fyri Kyndil ræður kanska mest um at vaska minnini um dystin av sær, áðrenn teir um vikuskiftið aftur skulu í eldin.
Kanska skulu teir eisini fínna rútmuna í spælinum aftur, soleiðis sum teir gjørdu tað undan jólasteðginum. Ein stegður, sum kanska hevuir verið ov drúgvur hjá Kyndli, sum ikki hevði eins nógvar leikarar sum vestmenningar í landsliðshópinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 12(5), Áki Olsen 7, Sámal Joensen 5, Petur Fr. Joensen 2, Johnny Joensen 2, Sjúrður Holm 2, Harald Bjørgvin 2, Martin Hummeland 1
Kyndil: Jónleif Sólsker 5(2), Uni Wardum 4, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Bjarni Wardum 3, Janus Einar Sørensen 2, Heini Bendtsen 2, Høgni Klein 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 5
Dómarar úr StÍF: Jústines Justinussen og Poli Hansen










