Í gjár vóru nógv fólk møtt upp í Runavík at blokkera fyri, at bussarnir hjá Mouritsen Bussum sluppu at koyra inn á bryggjuøkið at heinta ferðafólk.
Men eftir togtogan ein lítla løtu samdust verkfalsfólkið um at lýða boðini frá løgregluni um at flyta seg, so útlendsku gestirnir sluppu upp í bussarnar.
Tí kundi roknast við, at sama skil var í Havn nú seinnapartin, nú ferðamannaskipið solveer Endeavour úr Bahamas vitjar á Havnini.
##med2##
Men so var ikki. Har vóru umboð fyri Havnar Arbeiðarafelag, men tey gjørdu onga blokadu.
Tí sluppu bussarnir frítt at koyra inn um girðingina.












