Árni Gregersen, fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, váttar fyri in.fo, at Dimmalætting ikki kemur á gøturnar í dag.
17. september segði hann annars við Rás2, at hann arbeiddi við eini nýggjari blaðútgávu.
- Nú sigi eg ikki við vissu, at tað verður Dimmalætting, men tað verður eitt blað. Og tað kemur í øllum førum út í hesum mánaðinum, segði Árni Gregersen við Rás2.
Í dag sigur hann, at hetta ikki verður aktuelt fyribils. Spurdur beinleiðis, um nakað blað kemur út í dag, svarar Árni Gregersen:
- Nei. Vit arbeiddu við at fáa Dimmu út aftur, men tað verður ikki í dag. Dimmalætting skal í Skiftirættin 15. oktober og tað sigur seg sjálvt, at Dimma ikki kann koma út áðrenn.
Annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar. Hann fæst ikki at siga, nær eitt blað kemur út – ella um hesar ætlanir eru sleptar.
- Lat meg siga tað soleiðis, at eg eri leysur á arbeiðsmarknaðinum. Annars havi eg ongar viðmerkingar, sigur Árni Gregersen.