Eingin dialysa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Heilsufakliga er tað ikki ráðiligt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Heilsufakliga er tað ikki ráðiligt at fáa dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu varð við ætlanini at fáa dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Sirið Stenberg vísir á, at undanfarni landsstýrismaður í heilsumálum, Kartsen Hansen, hevði ætlanir um at seta í dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tað varð eisini gjørt eitt ávíst greiningararbeiði í hesum sambandi.

 

Samstundis varð Landslæknin biðin um eina heilsufakliga meting av at seta eina tílíka skipan í verk í Klaksvík.

 

Landslæknin sigur, at ein satelittskipan kann verða sett í verk í Klaksvík verða sett í verk fyri vanligar, sjúklingar, sum ikki eru so ringir, og sum annars kunnu fáa dialysu heima.

 

Hetta var tó treytað av, at visitering, faklig ábyrgd og leiðsluábyrgd var á Dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum og undir ábyrgd av avvarðandi serlækna fyri økið.

 

Men tað vísti seg, at talan var bara um ein sjúkling í Norðoyggjum, sum var egnaður at fáa dialysu heima, og hann hevði longu fingið bjóðað at fáa dialysumaskinu heima.

 

- Samstundis gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum, og avvarðandi serlækni fyri økið, av, at sjúkrahúsið ikki kundi taka ábyrgd fyri eini satelittviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

- Soleiðis vóru fortreytirnar og grundarlagið stórt sæð burtur, fyri at seta í verk eina tílíka skipan í Klaksvík, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon heldur kortini, at er tað heilsufakliga forsvarligt, hevði tað verið skilagott at fingið dialysiviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Sirið Stenberg leggur afturat, at tey fylgja við menningini og gongdini á økinum. Og hon staðfestir, at broytast fortreytirnar, er hon fús at taka málið upp aftur við avvarðandi partar, fyri at finna loysnir, har viðgerðin kann veitast í nærumhvørvinum.