Eingin byggigøla í Klaksvík

- Vit skifta pláturnar, áðrenn gølan hendir, sigur Andrass Róin

 

Norðlýsið skrivaði í morgun eina søgu um eina møguliga byggigølu í Klaksvík. Talan er um vardu íbúðirnar á Heygavegi í Klaksvík, har ung við serligum tørvi búgva.

 

Norðlýsið bar tíðindini um, at longu eitt ár eftir, at tey fyrstu fluttu inn, eru handverkarar farnir undir at skifta vindpláturnar í bygningunum.

 

Tað er Bústaðir, sum er byggiharri og hevur fingið íbúðirnar frá danska felagnum Skandi-Byg. Andrass Róin, stjóri, avsannar tó, at talan er um nakra byggigølu.

 

- Í húsunum eru nýttar vindplátur, sum hava verið góðkendar, men nú vísir tað seg, at tær súgva vatn til sín. Tað, sum vit nú gera, er at skifta tær, fyri at fyribyrgja, at tað verður ein gøla. Hetta gera vit í samstarvi við SkandiByg, sum er veitari av íbúðunum, sigur Andrass Róin.

 

Hann sigur, at arbeiðið, sum nú verður gjørt, er at taka klædningin av, skifta pláturnar og seta klædningin á aftur.

- Vit gera hetta í góðum samstarvi við Skandibyg. Vit mugu skifta tær nú, áðrenn skaði kemur á húsini annars. Vit eru rættstundis og í góðari tíð í gongd, so fyri okkum eru hetta góð tíðindi, sigur Andrass Róin.

 

Hann vísir á, at í Danmark og øðrum londum koyra nógv sakarmál um júst hetta slagið av vindplátum í løtuni. Tað vísir seg, at hóast tær fingu altjóða góðkenning, so lúka tær ikki neyðugu krøvini.

 

Skandi-Byg skal eisini veita íbúðirnar til byggiætlanina hjá Bústøðum á Mattalág í Havn, og tað er framvegis ætlanin, sambært Andrasi Róin.

- Teir vita tað sama sum vit onnur. Pláturnar vóru góðkendar fram til 2016, men nú verða tær skiftar út allastaðni, áðrenn skaðar koma. Sjálvandi brúka teir ikki hasar pláturnar í nýggju íbúðunum, sum skulu brúkast á Mattalág, sigur hann.

 

Sambært stjóranum á Bústøðum er framvegis ikki avgjørt, hvør skal rinda fyri umvælingarnar.