Eingin burturspilt tíð

Nú starvsvenjingartíðin hjá 10. flokkunum í Kommunuskúlanum í Havn er av, hava vit verið og prátað við nakrar næmingar um, hvussu teirra starvsvenjingartíð royndist

Starvsvenjing

Í framhaldsdeildini hava allir fólkaskúlanæmingar fyri fyrstu ferð møguleikan at fara í starvsvenjing. Hetta verður skipað á skúlanum saman við næmingunum. Fyrireikingar verða gjørdar áðrenn, so næmingarnir fáa ein kunnleika um, hvat tað er at vera í starvsvenjing. Starvsvenjingartíðin hjá øllum varða í tvær vikur, og fáa næmingarnir hesar vikurnar høvi at royna nakað nýtt, sum kanska seinni í framtíðini fer at hjálpa teimum at velja eina útbúgving.
Men er tað yvirhøvur nøkur meining við at fara í starvsvenjing? Turið M. Jóhansdóttir var í starvsvenjing á Verkstaðnum Vónini á Argjum. Hetta hevur henni dámt sera væl.
- At arbeiða við menningartarnaðum stendur nú hægri á listanum enn áður, og tí haldi eg, at tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at verið í starvsvenjing, sigur Turið.
Dagurin hjá Turið byrjaði klokkan 08 hvønn morgun. Í verkstaðnum eru tað ymiskar deildir, s.s. evnisdeild og seymideild. Her hevur Turið arbeitt saman við teimum menningartarnaðu, og hjálpt teimum at gjørt jólapynt, mála, klipt, seymað og annað. Eisini hevur hon verið á Hunsarabotni og aðrastaðni, greiðir Turið okkum frá.
Klokkan tvey í gjár endaði so arbeiðsdagurin og starvsvenjingartíðin hjá Turið. - Tað hevur verið ógvuliga spenandi og læruríkt, og eg havi havt tað frálíka gott. Starvsvenjingartíðin fer óivað at hava stóra ávirkan á meg, tá eg seinni skal velja mær eina útbúgving, og tí haldi eg, at tað er sera umráðandi, at næmingar sleppa í starvsvenjing, og eg haldi ikki, at hetta er ein burturspilt tíð frá skúlanum. Eg vil heilt sikkurt ráða øðrum til at fara í starvsvenjing á Vónini, sigur Turið at enda við okkum.
Einsamøll høna millum hanarnar
Eftir at vit høvdu prátað við Turið, gekk leiðin framvið SMS. Har prátaðu vit við Rannvá H. Augustinusen, ið heuvr verið í starvsvenjing hjá Skálki. Teimum flestu kunnugt, so hava tað verið drúgvar umvælingar í SMS, og hevur Skálkur tí verið á Torginum í nakrar vikur.
Fyrstu vikuna arbeiddi Rannvá á Torginum, har hon legði klæðir saman og stóð við kassan. Seinnapart leygardagin og sunnudagin hjálpti hon at pakka klæðir út og gera nýggju hølini hjá Skálki í nýggju lonini í SMS kláran til mikudagin, tá allir handlarnir aftur skuldu opna.
-Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at verið í starvsvenjing, og nú veit eg fyri vissu, at eg seinni ætli at læra til krambakvinnu, sigur Rannvá. Hon heitir tí á næmingar, ið ætla sær at verða krambafólk at fara í starvsvenjing hjá Skálki.
Í Skálki arbeiða bara mannfólk í løtuni, so Rannvá hevur verið einsamøll høna millum allar hanarnar. Vit spurdu Rannvá, um tað hevði nakra ávirkan á hana.
- Eg havi havt tað sera stuttligt og havi trívst væl sum einsamøll høna, sigur Rannvá at enda við einum smíli.
Vit báðar, Sólrun og Anja, vilja gjarna nýta høvi at takka Sosialinum fyri okkara starvsvenjingartíð. Hetta hava verið tvær ógvuliga spennandi og læruríkar vikur.