Tá hevði ein maður ringt til løgregluna og greitt frá, at tað var hansara bilur, sum stóð í Tietgengade, og at tað bar serlig tónleika- og útvarpslurtiútgerð, sum løgreglan helt vera eina bumbu.
Løgreglan fekk illgruna til bilin, tí tað vísti seg, at inni í bilinum var eitt ur bundið í nakað, sum líktist einari tíðarstilling, og harumframt hingu leidningar út úr bilinum. Tí sendi løgreglan boð eftir einari servandari deild hjá herinum og bumbubilinum Rullemarie.
Samstundis avbyrgdi løgreglan stórar partar av H.C. Andersens Boulevard, Tietgensgade og ein part av økinum við høvuðsjarnbreytarstøðina. Samstundis fingu fólk boð um at fara úr Tivoli. Sambært løgregluni vóru umleið 4.000 fólk í Tivoli umframt starvsfólk, og at fór friðarliga fram.
Í dag kunnu fólk so aftur fara í Tivoli.