Eingin bumba í Odense

Bumbuhóttanin í Odense er av.

Bumbuhóttanin móti jobcentrinum í Odense er av. Bumbuhundarnir hjá løgregluni hava verið á staðnum, men funnu eingi tekin til nakra bumbu.

 

Avbyrgingarnar vera tí burturtiknar og vegirnir opnaðir aftir innan stutta tíð.

 

Tað var um hálvgum tvey tíðina, danska tíð, at eitt jobcentre í Odense fekk eina skrivtliga bumbuhóttan.

 

Løgreglan heldur áfram at kanna málið.