Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari verður brúkt í Føroyum. Tilfarið, sum verður brúkt, er ofta innflutt, ella kemur tað beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, meðan tað sum eftir er, verður brúkt í Føroyska búskapinum.
Tað, sum kemur úr føroysku náttúrini, er fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verður eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí tey brúka bæði innflutt tilfar og føroyskt tilfeingi.
Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku nátturini, er lívfrøðiligt tilfeingi. Í 2020 vóru 700.000 tons av lívfrøðiligum tilfeingi tikin úr náttúruni. Her er talan um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. Hinvegin vórðu 232.000 tons innflutt, og her er talan um matvørur, fóður, timbur, og annað. Annars vórðu 517.000 tons av lívfrøðiligum tilfeingi, útflutt í 2020 Sostatt vóru 416.000 tons brúkt í føroyska búskapinum.
Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Tað mesta av tí er grót, sum verður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Tilsamans vóru 482.000 tons av ikki-metalkendum mineralum tikin úr føroysku náttúrini í 2020 og 561.000 tons vóru innflutt, og tað er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 1.042.000 tons vórðu brúkt í føroyska búskapinum.
Tað mesta av lívrunnum brennievni verður innflutt, tað er mest bensin og brenniolju. Samanborið við onnur lond brúka Føroyar nógv tilfar. Í 2020 brúktu Føroyar 34 tons av tilfarið fyri hvønn føroyimg og tað er mest av øllum londum í Evropa fyri hvørt fólk í landinum. Samstundis vaks nýtslan 231.000 tons frá 2019 til 2020, ella sløk 15 prosent. Í 2020 var nýtslan 1.789.000 tons og størsta hækkingin frá 2019 til 2020, stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.