Eingin broyting í toppinum

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið 12. umfar í 1. deild í fótbólti varð avgreitt í gjár. Tey fýra, sum hava møguleika at flyta upp í bestu deildina, vunnu greiðar favorittsigrar.

Einasta av eykaliðunum hjá Formula liðunum, sum vann stig, var HB, sum vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.

Fýra spælarar sóu reytt í teimum fimm uppgerðunum í 1. deild í gjár.

 

VB/Sumba-NSÍ 5-2 (2-1)

0-1: Pætur Klein á Líknargøtu

1-1: Birgir Jørgensen

2-1: Martin Tausen

3-1: Jónar Dahl

4-1: Dan Djurhuus

5-1: Birgir Jørgensen

5-2: Sonni L. Petersen

Reytt kort: Eddie Mikkelsen, NSÍ

 

HB-Víkingur 2-1 (1-1)

0-1: Sonny Dalheim

1-1: Rani Christiansen

2-1: Jóan Magnus Dalbø

Reytt kort: Meinhard Joensen, Víkingur, og Ingvard Vang, HB

 

KÍ-07 Vestur 2-4 (1-1)

0-1: Tór-Ingar Akselsen

1-1: Gunnleif Biskopstø

1-2: Andrzej Stretowicz

1-3: Jens Erik Rasmussen

2-3: Steffan Kalsø

2-4: Jovan Panic br

 

B68-TB 0-3 (0-1)

0-1: Óli Johannesen

0-2: Oliver Abrhamsen

0-3: Johan E. R. Mouritsen

 

EB/Streymur-AB 0-6 (0-4)

0-1: Thomas Hans Rubeksen

0-2: Allan Mørkøre

0-3: Allan Mørkøre br

0-4: Kenneth Jacobsen

0-5: Allan Mørkøre

0-6: Thomas Hans Rubeksen

Reytt kort: Bartal Hermansen, EB/Streymur

 

Støðan

VB/Sumba 31 stig

07 Vestur 28 stig

TB 25 stig

AB 22 stig

HB 16 stig

Víkingur 14 stig

KÍ 13 stig

EB/Streymur 9 stig

NSÍ 8 stig

B68 6 stig

 

13. umfar leygardagin 28. juni

AB-VB/Sumba

TB-Víkingur

KÍ-HB

B68-NSÍ

EB/Streymur-07 Vestur