Sev skrviar, at roknskapurin visir, at Sev væntar eitt avlop fyri árið á góðar 48 milliónir krónur, sum verða brúktar til komandi íløgur, eitt nú til koblingsstøð og battarískipan í Sandoy.
Nevndin hevur avgjørt ikki at broyta elprísin fyri komandi ár.
Oljuavgjaldið eigur at verða brúkt rætt
Grøna kósin skal haldast, til gagns fyri alt samfelagið, men ymiskar avbjóðingar eru á leiðini. Ein teirra er heldur ógreiði politikkurin frá landsins síðu hvat burðardygd viðvíkur. Eitt nú oljuavgjaldið, sum komandi ár væntast at tyngja roknskapin hjá Sev við 55 milliónum krónum, og sum í hesum førinum í roynd og veru er eitt avgjald á el.
- Eitt sokallað oljuavgjald, sum ikki verður nýtt í burðardygga virkisøkinum er bara ein eyka skattur, sum tekur pening úr skipanini og leggur fót fyri grønu kósina. Tað er meiningsleyst, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.