- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, og væntandi koma tveir inn at landa fyrst í vikuni sum kemur - og hin triði landar helst í aðru viku. Skipini fiska upsa, svartkalva og kongafisk.
Ein trolbátur kemur væntandi inn at landa mánadagin. Teir hava mest av toski og hýsu. Tríggir aðrir trolbátar eru nýliga byrjaði túr, og teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.
Trolbátarnir fiska norðan fyri, og teir fáa mest av toski og hýsu.
- Tvey garnaskip eru eisini til fiskiskap. Tey fiska svartkalva, og helst kemur annað skipið inn at landa mánadagin, og hitt kemur væntandi seinni í næstu viku, verður lagt aftrat.