Serliga seinastu tíðina hava løgtingsmenn verið agressivir. Finnur Helmsdal, sum seinasta árið hevur avdúka eitt Eidesgaardkompleks, leggur okkara formann undir at diktera dønum, hvat teir skulu halda og meina. Vit hava stóra virðing fyri okkara formanni,men at han skal vera so sterkur, at allir danskir floksformenn skulu lýða hansara boðum, er nokk at yvirmeta hansara evnir. Annars minnir Finnur ikki sørt um ein komiskan puddilhund, sum í tryggari fjarðstøðu goyr eftir einum sjefara.
Finni á baki kom Páll á Reynatúgvu við eini injurierandi grein, ið saktans kundi givið honum eina stevning um hálsin. Óneyðugt er at gera viðmerkingar til hansara grein, tí okkara partamaður Hans Pauli Strøm legði hann, sum rætt var, upp á lærið og flongdi hann sum ein ótanga.
Nationalismu ræðist eg, uttan mun til um hon er føroysk ella serbisk..Eg ræðist ikki bara loysingina av búskaparligum orsøkum, menn líka nógv fyri ta manning, ið tá kemur at ráða.
Og taka vit landsstýrismanningina, so ræðist eg líka illa. Høgni Hoydal loysingarministari hevur reikað landið runt og missionerað fyri loysingini. Í viðføri hevur hann haft eitt klappikór og nakrar loyalar embætismenn,harav tann eini er fyrrverandi aktivistur í unga tjóðveldinum. Og gud náði tann, íð ikki er loyalur.Ein embætismaður loyvdi sær at tala at, tí honum tókti, at framløgan var ov bjartskygd, og í stundini varð hann uthongdur alment av Høgna Hoydal á ein sera ódámligan hátt. Hetta er so tað, embætisfólk kunnu vænta sær, um tey ikki makka rætt.
Ein annar landsstýrismaður, Signar á Brúnni hevur við kirkjulógunum hevja seg yvir løgtingið, tí hann ikki vil fremja tingsins vilja. Óteljandi fyrispurningar, áheitanir og samtyktir í 1_ ár rína ikki við.Eftir mínum tykki er maðurin kriminellur og átti at revsast sum aðrir borgarar, íð ikki halda landsins lógir.
Jú, við hesari manning er øll orsøk til at stúra fyri fullveldinum.
Venda vit aftur til teirra ófantaligu skriving, so skal eg gera vart við, at vit hvørki lata okkum buka ella hótta til loysingina. Vænta teir at fáa eina breiða semju við hetta lag, so fara teir skeivir.
Politiskt skylda vit ikki tjóðveldinum nakað.Í løtuni liggur ongin flokkur so fjært frá javnaðarflokkinum sum tjóðveldisflokkurin. Og eg skal longu nú boða frá fyri mín part , at taka teir ikki aðrar partar fyri seg, og verður tónalagið ikki eitt annað, ætli eg ikki at tingast við tjóðveldisflokkin um nakað, íð viðvíkur ríkisfelagsskapinum. So er tað sagt.
Dan Reinert Petersen
Javnaðartingmaður










