Oljufeløg
Týsdagin hevði FOIB fund í Havn. FOIB ella FOIG stendur fyri Faroese Oil Industry Group. Felagsskapurin er avloysarin hjá GEM, sum í meira enn 5 ár stóð á odda fyri stórum parti av kanningunum í Føroyum í sambandi við oljuleitingina. Tá leitingin byrjaði varð GEM broytt til FOIB, har øll feløgini, sum hava leitiloyvi, eru limir. Feløgini gjalda eitt ávíst gjald til raksturin av felagnum og er budgettið í ár uppá 10 mill. kr. Peningurin verður m.a. brúktur til kanningar og gransking av ymsum slag, eitt nú aldumátingar, kortlegging av umhvørinum oa. Atlanticon stendur fyri øllum tí umsitingarliga partinum av FOIB.
Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess, er formaður í FOIB. Í felagsskapinum eru fimm undirbólkar, sum hvør í sínum lagi hevur ábyrgdina av kanningum og gransking innan tey ymsu økini, ið eru tengd at leiting og eini komandi føroyskari oljuvinnu. Stýringsbólkurin í FOIB, har umboð eru fyri øll feløgini, hevur fýra fundir um árið. Á fundinum hesaferð, sum varð á Hotel Føroyum, tóku teir fimm oddamenninir í teimum ymsu bólkunum samanum og greiddu frá støðuni og úrslitunum av kanningunum.
Boring á Glyvursnesi
FOIB hevur so eisini tætt samband við Sindri, sum er felag umboðandi allar lisenshavararnar og sum burturav tekur sær av verkætlanum, sum hava til endamál at granska í og kanna viðruskifti í sambandi við loyvini á føroyskum øki. Í løtuni eru fólk frá Sindri í ferð við at gera ymsar kanningar á Nólsoyarfirði og á Glyvursnesi. Endamálið við hesum kanningum er at vita, hvussu seismikkurin ber seg at í basalti og at kanna tjúkku basaltfláirnar, sum kunnu fjala møgulig oljuberandi løg í undirgrundini. Trupulleikin er tann, at tað er sera torført at brúka seismikk til at siga okkum nærri, hvat er undir basaltfláunum. Fyri at fáa meira at vita um hetta og um basaltið sum heild verða seismiskar kanningar gjørdar, og ætlanin er eisini, at ein grunn vísindalig boring skal gerast á Glyvursnesi.
Í sambandi við seismisku kanningarnar á Nólsoyarfirði verður kandidatritgerð skrivað, har tað m.a. verður hugt at árinunum, sum seismikkskjótingin hevur á laksin í Nólsoyarfirði.
Ben Arabo, formaður í FOIB sigur seg annars verða væl nøgdan við arbeiði hjá teimum ymsu undirbólkunum í FOIB. Har gongur alt sína leið og heldur innsavnanin av data frá føroyskum øki fram eins og granskað verður víðari. ?Vit eru væl nøgdir við gongdina. Árið í ár við ongum boringum gevur okkum so eitt gott høvi til at brúka meira tíð uppá vísindaligu kanningarnar.
Nú GEM og FOIB hava virkað í fimm ár gevst Halvor Snarvold sum ein av oddamonnunum og harvið eisini undangongumonnunum í arbeiðinum hjá hesum so týðandi felagsskapum. Hann hevur øll árini havt stýringina og tilrættaleggingina av arbeiðinum um hendi.









