Eingin borgarstjóri í Havn í tríggjar vikur

Heðin Mortensen er burtur í tríggjar vikur, men eingin er settur sum virkandi borgarstjóri.

Heðin Mortensen er burtur í tríggjar vikur, men eingin er settur sum virkandi borgarstjóri.

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er farin til USA í tríggjar vikur, uttan at lata varaborgarstjóran, Jógvan Arge traðka til sum virkandi borgarstjóra.

 

Í morgun sendi Heðin Mortensen eina fráboðan til býráðslimir í Havn um, at borgarstjórin er burturstaddur í almennum arbeiðsørindum, so hann fer ikki í feriu ella farloyvi.

 

Víðari sigur Heðin Mortensen, at vanligar dagligar uppgávur er hjá stjórnini, meðan tað politiska liggur hjá einstøku formonnunum í nevndunum.

 

- Hesi viðurskifti gera so tað, at ongin er í mínum stað, til eg komi aftur, skrivar Heðin Mortensen til samgonguna í Tórshavnar Kommunu.

 

Tí skal Heðin Mortensen stýra Havnini umvegis telefon, sms og email, sum hann sigur seg verða tøkan á alt samdøgrið tær tríggjar vikurnar hann er á ST aðalfundi.