Gøtumenn vóru vónbrotnir av, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist at vinna ella at fáa stig.
- Hetta var ikki nóg gott. Okkum restar tyngd í álopspartinum. Vit hava alla tíðina vitað, at vit ikki hava nakran typiskan boksspælara. Leingi gekk tað kortini, tí tað vóru so nógvir aðrir, sum skoraðu mál, men nú er turkur, staðfestir Magni Jarnskor.
GÍ fer nú av landinum við kós til Letlands, har teir hósdagin skulu spæla í UEFA Cup. - Vit fara at brúka tríggjar dagar eyka at venja saman í. Tað vóna vit fer at gagna okkum. Sammett við í fjør kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir við úrtøkuna higartil í ár. Men gongdina seinastu vikurnar mugu vit koma burturúr, heldur GÍ veteranurin.










