Eingin bjóðaði uppá svartkjaftin

5000 tons av svartkjafti vórðu á uppboðssølu í dag. Eingin bjóðari var.

Samgongan hevur sett sum mál, at ein stórur partur av fiskatilfeingi okkara skal á uppboðssølu.

 

Fyrr hevur m.a. botnfiskur í Barentshavinum verið á uppboðið.

 

Uppboðssøla var í dag, tá 5000 tons av svartkjafti skuldu um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

 

Talan er um fyrstu roynd at selja svartkjaft á uppboði. Ætlandi skal Fiskamarknaður Føroya selja 5000 tons afturat tann 12. september.

 

Uppboðssølan byrjaði kl. 15 í dag, men staðfestast kundi skjótt, at eingin vísti áhuga í søluni.

 

Fiskamarknaður Føroya sigur, at tey kunnu bara staðfesta, at eingin hevur víst áhuga fyri hesi 5000 tonsini. Møguliga var orsøkin tann, at minsprísur settur ov høgt.

 

Minsti prísur at bjóða var ásettur at verða 30 oyru pr. kg.