Eingin biður um kortupplýsingar gjøgnum teldupost

Fleiri føroyingar hava seinastu dagarnar uppliva, at tey hava fingið teldupostar frá Adobe, Microsoft, Netflix, PayPal og øðrum fyritøkum, ið royna at fáa upplýsingar frá góðvarnum føroyingum. Tað verður gjørt við einum boðum um, at eitthvørt forrit má dagførast, onkrir upplýsingar mangla ella okkurt líknandi, ið krevur at móttakarin antin trýstir á eina leinkju, letur ein viðheftan fíl upp ella uppgevur kontoupplýsingar til sendaran.


Talan er tó um sokallaðar phishing teldupostar, ið hava til endamáls at fáa hendur á peningi frá móttakaranum á ymiskan hátt. Jógvan Joensen, trygdarleiðari á Elektron, upplýsir, at slíkar teldupostar koma í bylgjum.


- Hetta er slíkt, ið er nógv av eina tíð, so minkar tað, og so brádliga er nógv av tí aftur. Orsøkin til, at tað kemur umaftur og umaftur, er tí at nøkur fólk gloyma trygdarráðini. Tey høvdu ikki gjørt tað, um tey ikki fingið pengar burturúr tí, sigur Jógvan Joensen.


Trygdarleiðarin á Elektron vísir á, at tað eru nøkur ting, ið fólk muga hava í huga, tá tey fáa teldupostar frá fyritøkum og stovnum.


- Tað generella er, at tað er eingin, ið skrivar til tín í einum teldupost og biður um kortupplýsingar. Slíkt verður altíð gjørt á ein tryggan hátt. Harumframt geri eg tað, at um bara havi tann minsta iva um ein teldupost, so lati eg hann ikki upp. Viðkomandi skal nokk fáa fatur á mær á annan hátt, um tað er týdningarmikið, sigur Jógvan Joensen og leggur afturat.


- Harumframt eru vit so mikið heppin, at peningastovnarnir eru føroyskir. Og ein føroyskur peningastovnur fer ikki at senda tær ein teldupost á donskum, enskum ella russiskum. Og um Microsoft vil dagføra okkurt á telduni, so leggja tey tað á telduna og biðja teg dagføra hana. Tey senda ikki ein teldupost.


Jógvan Joensen ávarar eisini fólk um, ikki at svara ivasomum teldupostum.


- Um Den Danske Bank skrivar til tín, far so inn á teirra heimasíðu og finn ein teldupost har. Skriva til tann teldupostin og spyr um málið, tí aftanfyri tí adressuna, ið skrivar til tín, liggur ein heilt onnur adressa. Hóast tað sær út til at vera Den Danske Bank, so kann tað vera onkur annar, ið roynir at lumpa teg, sigur Jógvan Joensen.