Møguleikin hjá Toda Jónsson og hinum í Fremad Amager at tryggja sær beinleiðis uppflyting í næstbestu deildina er eftir dagsins heimadyst ikki stórur. Í gjár hevði Fremad Amager vitjan av FC Roskilde, sum er oddalið í 2. deild eystur. Roskilde vann 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Fyri Fremad Amager kom tað væl við, at Brønshøj, sum er á triðja plássi, tapti 2-1 í Slagelse. Tað ber við sær, at tað framvegis eru seks stig frá Fremad Amager á 2. plássi og aftur til Brønshøj.