Eingin Beatles bólkur áveg

Tíðindini um, at sonur Paul McCartney, James McCartney, ætlaði at gera sær ein bólk við børnunum hjá Beatles monnunum ferðast kring allan heimin. Men nú sigur James, at hetta ikki er rætt hóast alt.

 

Í einari samrøðu við BBC segði James McCartney, sonur Paul McCartney frá The Beatles, at hann kundi hugsað sær at gjørt ein bólk, sum skuldi vera tann nýggja útgávan av The Beatles.

 

- Eg vil fegin gera ein slíkan bólk. Sean Lennon er áhugaður, og tað sama er Dhani, sonur George Harrison, segði hann tá við BBC.

 

Hesi orð ferðaðust kring allan heimin, og Beatles fjepparar hava dúgliga kjakast um hetta hugskot.

 

Hetta kjakið er nú við til, at Beatle-sonurin tekur í egnan barm, og tekur síni orð aftur.

 

Fyri stuttum skrivaði hann á sína Facebook síðu:

 

- Nú sær út til, at mín samrøða við BBC fekk stóra umrøðu. Í veruleikanum hugsaði eg bara at spæla Beatles tónleik fyri familju og vinum – ikki meira enn tað. Mín egni bólkur skal á rundferð í Bretlandi og USA nú, og vónandi gongur tað gott. Eg eri takksamur. Kærleiki til tykkum øll, skrivaði hann.

 

Altso sær tað út til, at ein nýtt ættarliði av heimsins størsta rokkbólki, ikki verður til veruleika kortini. Yvir 80 fjepparar hjá James McCartney hava viðmerkt hansara støðu. Tey flestu halda, at tað er eitt gott hugskot at lata vera við at stovna bólkin.