Tað sær út til, at tað ringa veðrið fer at halda sær í allan dag. Tað metir Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi í Klaksvík við serligum áhuga fyri veðrinum. Líkindini hava verið av teimum ringastu í dag, bæði til kavarok og storm og sum heild hava bæði Landsverk og løgregla mælt fólki frá at koyra ímillum bygdir, har tað ikki er avgjørt neyðugt.
Hanus Kjølbro, sigur at soleiðis sum veðurkortini síggja út beint nú, eru eingi útlit fyri at veðrið batnar tað, sum eftir er av degnum, hvørki hvat avfalli ella stormi viðvíkur. Hann hevur verið eysturhallur norðan nú, men nú seinnapartin er hann á ver upp í Norðan og seinni í kvøld fer hann vestur um í útnyrðingnorðan, ella har á leið.
Sum tað sær út, fer hann ikki at minka vindin fyrrenn einaferð á midnátt og vit skulu eisini vænta avfall í allan dag, eisini kavarok. Tað er eitt lágtrýst beint vestanfyri Skotland, sum ger fortreð og tað flytir seg ógvuliga spakiliga og brúgvaløgini liggja næstan still uppi yvir Føroyum.
|