Eingin barnaróður í dag

Fyrireikararnir avlýstu barnaróðurin, tí tað varð hildið, at vindurin var ov nógvur

Barnamanningarnar fara til hús aftur úr Hósvík sum av torvheiðum.

Fyrireikararnir gjørdu stutt eftir døgurða av, at eingin barnaróður skuldi vera. Tað varð mett at vera ov nógvur vindur at rógva hjá barnamanningunum.

 

Tað er eitt rættiliga frískt lot ímóti í Hósvík í dag.

 

FM róðrarnir í hinum kappingunum vera soleiðis, sum tað er ætlað.