Eftir at vatnið í dálkaða økinum í vestara parti av Havnini varð klorað í gjár, er eingin bakteria staðfest í morgun.
Fyri at tryggja sær, at dálkað vatn framhaldandi ikki setur inn í rørskipanina, verða royndir aftur tiknar seinnapartin í dag, skrivar Tórshavnar Kommuna í dag.
Kókitilmælið stendur tí við, til úrslitið er tøkt fyrrapart í morgin.