Ein partur av hesi ætlan er siga nøkrum av starvsfólkunum upp. Men ætlanin er somuleiðis at selja fleiri av bygningunum hjá felagsskapinum.
Millum hesar hesar bygningar eru bygningar teirra í Miðvági, við Streymin og í Vági. Ætlanin er haraftrat at siga upp leigumál í Vestmanna og í Klaksvík.
- Hetta merkir samstundis, at kundamóttøkan í Vestmanna og í Klaksvík verður niðurløgd, verður sagt úr SEV.
SEV er annars álagt at spara 10 milliónir krónur í rakstrinum í ár.










