- Tað vóru ongar ábendingar um brek, tá flogfarið hjá Atlantsflogi fór av flogvøllinum í Vágum klokkan gott 9 í morgun, men løtu seinni noyddist at venda aftur, tí ávaringarlampa fór at lýsa.
Tað sigur Rasmus Niclasen, trygdarovasti og støðleiðari, hjá Atlantsflogi við útvarpinum hjá kringvarpinum í kvøld.
Hetta var flogfarið, sum fór úr Vágum klokkan 9.10 í morgun við kós móti Billund í Danmark.
Trygdarovastin segði, at tá flogfarið hevði verið á flogi í eitt korter ella so, varnaðust flogskipararnir, at ein lampa lýsti sum segði, at alt ikki var, sum tað átti at vera.
Flogfarið lendi tó trygt aftur í Vágum umleið 45 minuttir eftir fráferðina.
Rasmus Niclasen vísti í kvøld á, at flogførini hjá Atlantsflogi flúgva undir strongum trygdarkrøvum og eftirliti, og flogførini sleppa snøgt sagt ikki avstað, fyrr enn alt er, sum tað eigur at vera.
- Tað er sjáldan, at slíkt hendir, og tað er sjáldan hent, at flogfør hjá okkum eru vend aftur av slíkum orsøkum, segði trygdarovastin.
Hann legði aftrat, at hendingin í morgun førdi við sær, at seinkingar komu í flogferðsluna, men nevnda flogfar slapp á flog úr Vágum umleið klokkan 13.30 í dag.
- Hetta flogfarið skal eisini til Stavanger í Noregi við arbeiðsfólki, men tá flogfarið kemur aftur í Vágar einaferð í nátt, er alt komið upp á pláss aftur, segði Rasmus Niclasen við útvarpið hjá Kringvarpinum.










